Signhild vann silvur við tíðini 2:15:66

Signhild vann silvur við tíðini 2:15:66
Tað var í gjár, á svimjistevnuni Città di Milano í Milano, at Signhild Joensen, úr svimjifelagnum Ægir, vann altjóða heiðursmerki
Signhild vann silvur við tíðini 2:15:66
Mynd: www.svimjing.com  
 
10.03.2018 - 11:18

Signhild Joensen úr Ægir megnaði í gjár at vinna sær altjóða heiðursmerki í svimjing, tá ið hon á stevnuni Città di Milano í Milano vann silvur í 200 metra ryggsvimjing, við tíðini 2:15.66. Franska Carille Gheorghiu vann gull við 2:13.76 og italienska Martina Cenci bronsu við 2:15.92.

Hendan tíðin hjá Signhild er aðru ferð í gjár at hon staðfestir støði til Evropameistarastevnuna á stuttgeil 2018, sum verður í Glasgow í august, aftaná at hon í innleiðandi riðlunum gjáramorgun svam triðbestu tíð av øllum, 2:16.29.

Signhild eigur føroyska metið á teininum, sum er 2:14.01 frá tá ið hon vann gull í greinini á Danish Open í apríl mánaða í fjør.

Úrslitalistin sæst her

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta í í Sjóvar kirkju.
174940
Leygardag 11. mai
Sending við countrytónleiki
174926
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860

Meira um sama evni