Tilmæli stendur ikki við

Tilmæli stendur ikki við
Løgmaður sigur í stuttari viðmerking, at tað nú er upp til Bjarna Hammer, nær hann tekur sætið á Løgtingið aftur.
 
12.03.2018 - 17:13

Enn er óvist hvussu politiska framtíðin hjá Bjarna Hammer sær út. 

Fyri tveimum vikum síðani, tá málið bleiv alment, segði løgmaður við Kringvarpið, at hann mælti Bjarna Hammer til at fara í farloyvi meðan málið bleiv kannað av løgregluni. Tað tók Bjarni Hammer til eftirtektar og fór í farloyvi dagin eftir.

Nú er løgreglan liðug at kanna málið og avgerð er tikin um, at ákæra verður ikki reist móti Bjarna Hammer. 

Vit hava roynt at fingið eina viðmerking frá løgmanni í dag, fyri at vita um tilmælið stendur við ella um Bjarni Hammer kann koma aftur á løgting.

Upp til Bjarna Hammer

Tað hevur ikki eydnast okkum at fáa fatur á løgmanni til eina samrøðu í dag, men hann sigur í telduposti til Kringvarpið í at, nú ríkisadvokaturin ikki hevur valt at fara víðari við málinum, so stendur tilmæli ikki við. 

"Tað er nú upp til Bjarna Hammer at gera av, nær hann ætlar sætið á Løgtingið aftur" - sigur løgmaður.

Tískil gloppar løgmaður dyrnar fyri, at Bjarni Hammer kann koma aftur á løgting. 

Bjarni Hammer sigur sjálvur, at hann hevur ikki tikið avgerð um sína politisku framtíð enn, men hann sigur í stuttari viðmerking, at tað verður ikki beint nú, at hann tekur sætið aftur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444