Einki kriminelt hent

Einki kriminelt hent
Politiið sigur, at 47 gamli maðurin, sum fyrrapartin sunnudagin varð funnin í fjøruni við Breiðá millum Fuglafjørð og Kambsdal, er rikin hagar
 
13.03.2018 - 09:42

Menninir, sum doyðu um vikuskiftið á óvanligan hátt, verða lagdir undir líkskurð í morgin og hósdagin.

Politiið sigur, at 47 gamli maðurin, sum fyrrapartin sunnudagin varð funnin í fjøruni við Breiðá millum Fuglafjørð og Kambsdal, er rikin hagar tvørtur um fjørðin. 

Soleiðis sum streymviðurskiftini eru í Fuglafirði, er maðurin farin á sjógv á havnarlagnum, og síðani rikin á land við Breiðá.

Einki kriminelt hent 

Líksýn var í gjár. Tað staðfesti, at einki kriminelt er hent, sigur politiið.

Politiið bíðar nú eftir líkskurðinum. Politiið veit ikki, hví 47 ára gamli maðurin fór á sjógv.

Sjálvmorð er útilokað, sigur politiið.

Vitjaði familju í Fuglafirði

Maðurin, sum búði í Havn, var í Fuglafirði og vitjaði familju har. Seinnapartin leygardagin var hann sjálvur annar saman við einum skyldmanni, sum fór inn í Keypssamtøkuna at keypa.

Tá skyldmaðurin kemur út aftur, er tann 47 ára gamli maðurin horvin. Seinast, hann er sæddur á lívi, er klokkan trý seinnapartin leygardagin. 

Hann verður funnin aftur, deyður, klokkan tíggju fyrrapartin sunnudagin. Ein maður, sum var farin at geva seyði, sá onkran liggja í sjóvarmálanum við Breiðá.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 5. mai
Plátupanelið #019 (Deep Cuts)
174644
Sunnudag 5. mai
Dansibandguðstænasta í Vági
174634
Sunnudag 5. mai
Rokk og ró 4. mai 2024
174636
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444