Heilsu og Innlendismálaráðið fær átalu

Heilsu og Innlendismálaráðið fær átalu
Løgtingins Umboðsmaður hevur givið Heilsu og Innlendismálaráðnum eina átalu.
 
14.03.2018 - 07:12

Løgtingsins umboðsmaður hevur givið Heilsu og Innlendismálaráðnum eina átalu, tí ráðið ikki svaraði einari klagu.

Tað var ein klaga um, at Umhvørvisstovan hevði givið loyvi til at leggja aliringar út fyri Víkar í Vágum, uttan at nøkur umhvørvisgóðkenning varð lýst alment.

Ein klaga varð send til Heilsu og Innlendismálaráðið, men klagarin fekk onga móttøkuváttan fyri kæruna, og hóast klagarin rykti eftir svari, og ráðið lovaði at seta seg í samband við klagaran, fekk klagarin ikki svar uppá kæruna, fyrr enn hann hevði klagað Heilsu- og innlendismálaráðið til umboðsmannin.

Umboðsmaðurin gav Heilsu- og innlendismálaráðnum eina átalu fyri handfaringina av málinum, sæst á heimasíðuni hjá løgtingsins umboðsmanni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. mai
Góðan morgun Føroyar
174974
Mánadag 13. mai
Morgunlestur mánadagur 13. mai 2024
174853
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta í í Sjóvar kirkju.
174940
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860