Brandur spyr um bakkaverju

Brandur spyr um bakkaverju
Brandur Sandoy í Fólkaflokkinum vil hava at vita frá Rigmor Dam, um hon ætlar at bera so í bandi, at bakkaverja verður gjørd á Sondum á Sandi
 
19.03.2018 - 12:56

Brandur Sandoy í Fólkaflokkinum vil hava at vita frá Rigmor Dam, landsstýriskvinnu, um hon ætlar at bera so í bandi, at bakkaverja verður gjørd á Sondum á Sandi, soleiðis at jarðføstu fornminnini ikki fara fyri skeytið.

Løgtingið hevur samtykt, at landsstýriskvinnan í mentamálum skal svara skrivliga fyrispurninginum.

Brandur Sandoy sigur, at Søvn Landsins, Landsverk og Sands kommuna hava í trý ár gjørt Mentamálaráðið, Løgmansskrivstovuna og Fíggjarnevndina varug við, at hesi forminni, sum mugu metast at vera forfrøðiligir dýrgripir, er um at fara fyri skeytið, uttan úrslit.

Dømi er um, at landið hevur gjørt bakkaverjur fyri at verja fornfrøðiligar dýrgripir, so hava ikki máar alt burtur. Seinbasta dømið er játtanin til bakkaverjuna ú Sumba, sigur Brandur Sandoy.

Hann sigur, at mett verður, at innan fyri ein ella tveir vetrar fara týðandi fornminni á Sandi fyri skeytið, og eisini er vandi fyri, at eitt gróthús, sum stendur ytst á bakkatromini, fer í havið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. mai
Jambalaja - 040524
174623
Leygardag 4. mai
Vikan 4.mai 2024
174614
Leygardag 4. mai
Morgunlestur leygardagur 4. mai 2024
174294
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444