Trump ynskir Putin til lukku

Trump ynskir Putin til lukku
Amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur ynskt russiska starvsbróðuri sínum, Vladimir Putin, til lukku við forsetavalinum sunnudagin
 
21.03.2018 - 09:04

Putin fekk 77 prosent av atkvøðunum, og kann tí halda fram sum forseti í seks ár aftrat.

Donald Trump sigur, at hann ætlar sær at hitta Vladimir Putin.

- Eg vænti, at vit hittast í næstum at viðgera vápnadubbingina, sum tamarhald ikki er á, men vit fara ongantíð at lata nakran koma í nánd av tí, sum vit hava, sigur amerikanski forsetin.

Trump og Putin viðgjørdu eisini støðuna í Ukraina og Sýria.

Báðir forsetarnir eru á einum máli um menna sambandið millum londini, serliga nú USA fær nýggjan uttanríkisráðharra, skrivar russiska tíðindastovan, Tass.

Í síðstu viku avgjørdi Donald Trump at koyra Rex Tillerson úr starvinum sum uttanríkisráðharra. Nýggjur uttanríkisráðharri verður Mike Pompeo, sum er fyrrverandi CIA-ovasti.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta í í Sjóvar kirkju.
174940
Leygardag 11. mai
Sending við countrytónleiki
174926
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860