Byrjanaruppstillingin er klár

Byrjanaruppstillingin er klár
Lars Olsen hevur gjørt av, hvørjir ellivu byrjar inni í vinardystinum móti Lettlandi í kvøld
Brandur H. Olsen er aftur klárur at spæla fyri Føroyar
Mynd: fsf.fo  
 
22.03.2018 - 15:28

Í dag klokkan 17.00 spæla Føroyar og Lettland vinardyst í Spania.

Málverjin,Gunnar Nielsen, er darvaður av skaða í fótinum, og verður tí spardur í fyrra dystinum, soleiðis at hann skjótari kann koma fyri seg til seinna dystin, sum verður móti Liktinstein sunnudagin. 

Hetta merkir, at Teitur M. Gestsson byrjar í málinum, og spælir eftir ætlan fyrra hálvleik, áðrenn Trygvi Askham kemur inn at spæla seinna hálvleik.

Heimasíðan hjá FSF skrivar, at Føroyar í kvøld spæla við 4-4-2 skipan. Merkisvert er, at Brandur Olsen, sum hevur verið skaddur, aftur er á miðvøllinum

Hesir 11 byrja móti Lettlandi

Teitur M. Gestsson
Jónas T.Næs
Atli Gregersen
Sonni Ragnar Nattestad
Rógvi Baldvinsson
Gilli R. Sørensen
Rene Shaki Joensen
Hallur Hansson
Sølvi Vatnhamar
Brandur H. Olsen
Jóan Símun Edmundsson

Beinleiðis stroyming

Dysturin millum Føroyar og Lettland byrjar klokkan 17:00, og hann kann stroymast umvegis heimasíðuna, www.fsf.fo. Stroymingin byrjar kl. 16:45.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. apríl
Súlukongurin í Mykinesi
174169
Fríggjadag 26. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 26. apríl 2024
173998
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk 25.apríl 2024
173545
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012