Í fongsul fyri at hótta Kristin Michelsen

Í fongsul fyri at hótta Kristin Michelsen
Ein 61 ára gamal maður er dømdur í átta mánaðar fongsulsrevsing fyri at hótta borgarstjóran á Tvøroyri, Kristin Michelsen
 
27.03.2018 - 08:30

Eisini hevur maðurin hótt familjuna hjá borgarstjóranum og almenn starvsfólk á Tvøroyri. Tað skrivar in.fo.

Dómurin fall í Eystara Landsrætti.

Dømdi maðurin ringdi og sendi sms til Kristin Michelsen og familju hansara umleið 100 ferðir í tíðarskeiðnum frá januar til mai í fjør. Eisini onnur tíðarskeið hótti maðurin familjuna. Til dømis ringdi hann jólaaftan í fjør 35 ferðir til borgarstjóran.

61 ára gamli maðurin hótti eisini eina kvinnu í almennum starvi á Tvøroyri, sum viðgjørdi eitt mál hjá honum. Hon varð uppringd fleiri ferðir nátt og dag og fekk eisini hóttanir við sms-boðum. 

Eitt kvøldið ringdi maðurin tíggju ferðir upp á tríggjar tímar frá trimum ymiskum telefonnummarum. Hann ringdi eisini ofta um náttina, fleiri nætur á rað. Innihaldið í sms’unum var bæði hóttandi og útspillandi, skrivar in.fo. Maðurin kundi eisini finna upp á at møta upp heima hjá kvinnuni.

Hóttanirnar hjá manninum móti kvinnuni og móti Kristin Michelsen og familju hansara snúðu seg bæði um harðskap og morð.

Og Eystari Landsrættur avgjørdi, at maðurin skuldi fáa átta mánaðar fongsulsrevsing fyri hóttanirnar. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. mai
Morgunlestur mánadagur 13. mai 2024
174853
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta í í Sjóvar kirkju.
174940
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860