Journalistar burturfluttir

Journalistar burturfluttir
Tveir journalistar, sum arbeiða fyri blaðið El Comercio í Ekvador, eru burturfluttir nærindis markinum til Kolumbia. Tað siga myndugleikar.
Mótmælisgonga í Ekvador tann 1. apríl. Galo Ortega heldur í mynd av soninum, Javier Ortega, sum er burturfluttir.
Mynd: Washington Post  
 
03.04.2018 - 08:49

Journalistarnir og bilførari teirra, hvurvu, eftir at teir høvdu koyrt framvið marknaliðnum hjá herinum í Ekvador. 

Herurin ávaraði tey trý um, at tað kundi verða vandamikið at nærkast landamarkinum, sigur, Cesar Navas, innanríkisráðharri í Ekvador.

Tey trý vóru burturflutt í gjár og flutt til Kolumbia. Tey hava tað gott, siga myndugleikarnir, sum hava tosað við burturflytararnar.

Harðskapurin við markið til Kolumbia er øktur seinastu vikurnar, eftir samanbrestir millum almenn tænastufólk og narko- og menniskjasmuglarar, og eisini við fyrrvernadi limir í uppreistrarbólkinum FARC í Kolumbia, skrivar Journalisten.no.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 14. mai
Breddin: Verkfall og haturstala
175044
Týsdag 14. mai
Góðan morgun Føroyar
175040
Týsdag 14. mai
Morgunlestur týsdagur 14. mai 2024
174854
Mánadag 13. mai
Norðurljóð 13.mai 2024
175002
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 14. mai
Veðrið
175069
Týsdag 14. mai
Breddin: Orðaskifti um verkfall
175057
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Estetiskur fimleikur: FM 2024
174949