Dýrari at búgva í Føroyum

Dýrari at búgva í Føroyum
Sambært Hagstovuni vóru prísirnir 0,9% hægri í fyrsta ársfjórðingi í ár enn fyri einum ári síðani.
 
13.04.2018 - 12:17

Tað er vorðið dýrari at búgva í Føroyum. Sambært Hagstovuni vóru prísirnir 0,9 % hægri í fyrsta ársfjórðingi í ár enn fyri einum ári síðani.

Seinasta árið eru prísirnir farnir upp í øllum høvuðsbólkum uttan í bólkinum frítíð og mentan og í samskifti. 

Mesti prísvøkstur var í tí bólkinum, sum eitur ymiskar vørur og tænastur, hann er 3,1%. Gjøld fyri fíggjartænastur eiga meginpartin av hesum vøkstri. 

Rúsdrekka og tubbak er farið 2 % upp, hotell og matstovur 1,5 %, og bústaðir eru vorðnir 1,4 % dýrari enn í fjør.

Matvørurnar eru vorðnar 0,4 % dýrari seinasta árið, fiskur og kjøt kosta meira, men grønmeti er vorðið bíligari.

Príslækkingin í nýtslubólkinum frítíð og mentan var 0,6 % og í bólkinum samskifti 0,3 %.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta í í Sjóvar kirkju.
174940
Leygardag 11. mai
Sending við countrytónleiki
174926
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860