80 milliónir krónur í bót fyri ólógligan fiskiskap

80 milliónir krónur í bót fyri ólógligan fiskiskap
Felagið sum átti trolaran, Thunder, sum fiskaði ólógliga í Suðuríshavinum, hevur fingið eina bót uppá 80 milliónir krónur.
Sea Shepherd kom fram á Thunder, tá skipið royndi í Suiðuríshavinum. Síðani jagstraði Sea Shepherd trolarin Thunder í 110 dagar.
 
16.04.2018 - 10:08

Felagið sum átti trolaran, Thunder, sum fiskaði ólógliga í Suðuríshavinum, hevur fingið eina bót uppá 80 milliónir krónur. Tað eru sponsku myndugleikarnir, sum hava givið trimum feløgum og átta fólkum bótina.

Trolarin Thunder var fyrri trolarin við navninum Vesturvón, og hann varð bygdur í Noreg í 1969. Hann var systurskip til Stellutrolararnar í Klaksvík, sum vórðu bygdir um sama mundið. Vesturvón varð seldur úr Føroyum til Onglands í 1986, tá felagið bygdi nýggjan trolara til fiskiskap í Barentshavinum.

Tað var á jólum í 2014, at Sea Sheperd kom fram á Thunder, tá skipið royndi í Suiðuríshavinum, og felagskapurin fór undir at jagstra skipið.

Thunder sakk í Guineavíkini í apríl í 2015. Skiparin og tveir aðrir yvirmenn vórðu dømdir bót fyri at hava søkt skipið. Teir vildu kortini einki siga um, hvør átti skipið, sum Interpol leitaði eftir.

Myndugleikarnir í fleiri londum leitaðu leingi eftir eigarunum, og í fjørvetur varð avdúkað, at hann búði í Spania. Talan var um eitt felag í Galicia, og reiðarin eitur Florindo Gonzales Corral.

Hann segði tá, at hann einki hevði við Thunder at gera, men myndugleikarnir trúðu honum ikki.

Hildið verður, at ólógligur fiskiskapur kring heimin hevur eitt virði uppá 200 milliardir krónur um árið.

Í 2013 skipaði Interpol eina deild, sum skuldi steðga ólógliga fiskiskapinum, og síðani eru fleiri skip jagstrað.

Longsta átakið var frá desember í 2014 til í apríl 2015, tá eitt skip hjá Sea Sheperd fylgdi trolaranum Thunder í 110 dagar. Ta tíðina sigldu skipini 10.000 fjórðingar.

Tað var eftir ta hendingina, at sponsku myndugleikarnir fóru at kanna tey trý feløgini í Galicia. Tá varð greitt, at feløgini millum áttu trolarin, Thunder.

Mett verður, at skipið fiskaði fyri 60 milliónir dollarar. Tí er bótin á 80 milliónir krónur lítil í mun til ólógliga virksemið, siga tey, sum royna at forða ólógligum fiskiskapi.

Feløg sum hava átt fleiri onnur skip, sum hava fiskað ólógliga, hava eisini fingið stórar bøtur, og hald er lagt á fleiri slík skip.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. mai
Góðan morgun Føroyar
174974
Mánadag 13. mai
Morgunlestur mánadagur 13. mai 2024
174853
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860