Nýggj fólkaatkvøða um Brexit

Nýggj fólkaatkvøða um Brexit
Fólk úr øllum teimum størstu flokkunum í Bretlandi, eru farin undir eina herferð, sum skal hava við sær eina nýggja fólkaatkvøðu um Brexit
 
16.04.2018 - 10:01

Átakið "fólksins rødd" byrjaði í London í gjár, og yvir 1000 fólk vóru komin saman til átakið.

Høvuðskravið er ein nýggj fólkaatkvøða um avtaluna, sum kemur burturúr samráðingunum ímillum bretsku stjórnina og ES.

Verður tað úrslitið, so fær bretska fólkið eina ferð enn møguleikan at siga sína hugsan um Brexit.

Tann møguleikin verður betri fyri fólk, tí tá vita tey meir um, hvat hendir, tá Bretland fer burturúr Evropeiska samveldinum. Og fólk eru betri fyri at taka støðu, enn tey vóru á fyrru fólkaatkvøðuni um Brexit, sum var í juni í 2016.

Tað eru polittikarar úr bæði Labour, Konservativa Flokkinum og úr Liberaldemokratiska flokkinum, sum mæla til eina fólkaatkvøðu afturat.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta í í Sjóvar kirkju.
174940
Leygardag 11. mai
Sending við countrytónleiki
174926
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860