Hægst løntu almennu leiðarar eru í heilsuverkinum

Hægst løntu almennu leiðarar eru í heilsuverkinum
Hægst lønti almenni leiðarin er Johan Jansson, varastjóri á Landssjúkrahúsinum. Hann fær meira enn 98.000 krónur um mánaðin.
 
20.04.2018 - 09:45

Tað er Dimmalætting, sum hevur kannað, hvussu nógv almennu leiðararnir fáa, og tað er avmarkað til teir stjórar, sum aðalráðini seta beinleiðis. Tað vil siga, at teir stjórar, sum tildømis verða settir av einum stýri ella eru stjórar í almennum partafeløgum, ikki eru á listanum.

Tilsamans 33 fólk eru á yvirlitinum hjá Dimmalætting, harav bara fýra eru kvinnur.

Leiðarar í heilsuverkinum fáa mest 

Tann, sum fær nógv mest í lønarposan, er varastjórin á Landssjúkrahúsinum, Johan Jansson.

Hann fær meira enn 98.000 krónur um mánaðin við eftirløn og viðbót. Viðbótin er beint undir 28.000 krónur um mánaðin, og eftirlønin góðar 12.500 krónur hvønn mánað.

Næstur á listanum er Pál Weihe, yvirlækni og leiðari á deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu.

Hann fær 85.000 krónur um mánaðin við eftirløn og viðbót. Viðbótin hjá Pál Weihe er næstan 16.000 krónur um mánaðin, og eftirlønin 14.000 krónur hvønn mánað.

Á triðjaplássi stendur Hjalti Gunnarstein, landsapotekari. Hann fær 82.500 krónur um mánaðin við eftirløn og viðbót. Viðbótin er 23.500 krónur um mánaðin, og eftirlønin 12.500 krónur.

Fýra kvinnur

Fýra kvinnur eru á listanum. Marjun Hanusardóttir, stjóri á løgmansskrivstovuni, sum er á fimtaplássi, Thurid Arge, aðalstjóri í Heilsumálaráðnum, sum er á 9. plássi, Gunnbjørg Guttesen, varastjóri á Suðuroyar Sjúkrahúsi, sum er á 30. plássi, og so Súsanna Olsen, varastjóri á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, sum liggur á 32. plássi.

Kvinnurnar á listanum fáa millum góðar 77.000 og 50.000 krónur um mánaðin við eftirløn og viðbót. 

Tað er Dimmalætting í dag, sum hevur stórt tema um almennu stjóralønirnar, har millum annað talvan niðanfyri er at finna.

STOVNUR  PERSÓNUR HEITI GRUNDLØN VIÐBÓT EFTIRLØN TILSAMANS
Landssjúkrahúsið Johan Jansson Varastjóri 57.724 27.986 12.499 98.209
Arbeiðs- og almannaheilsa Pál Weihe Yvirlækni 54.105 16.666 14.154 84.925
Landsapotekarin Hjalti Gunnarstein Landsapotekari 46.424 23.469 12.580 82.473
Uttanríkis- og vinnumálaráðið Herálvur Joensen Aðalstjóri 56.617 16.532 8.492 81.641
Løgmansskrivstovan Marjun Hanusadóttir Løgmansstjóri 62.139 5.308 9.320 76.767
LS/Sjúkrahúsverkið Jóanis Erik Køtlum Forstjóri 56.617 11.323 8.492 76.432
Almannaráðið Eyðun Mohr Hansen Aðalstjóri 56.617 9.787 9.246 75.650
Fíggjarmálaráðið Bjarni A. Bjarnason Aðalstjóri 56.617 5.308 8.492 70.417
Heilsumálaráðið Thurid Arge Aðalstjóri 56.617 5.308 8.492 70.417
Mentamálaráðið Poul Geert Hansen Aðalstjóri 56.617 5.308 8.492 70.417
Samferðslumálaráðið Rúni Joensen Aðalstjóri 56.617 5.308 8.492 70.417
Fiskimálaráðið Rógvi Reinert Aðalstjóri 56.617 5.308 8.492 70.417
Tjóðsavn Føroya Herleif Hammer Stjóri 48.770 9.754 7.315 65.839
Glasir Bogi Bech Jensen Rektari 56.617   8.492 65.109
Landsverk Ewald Kjølbro Stjóri 56.617   8.492 65.109
Strandfaraskip Landsins Hilmar Eliasen Stjóri 56.617   8.492 65.109
Almannaverkið Edvard Heen Stjóri 56.617   8.492 65.109
Klaksvíkar Sjúkrahús Heri Ellingsgaard Stjóri 52.922 3.884 7.938 64.744
Suðuroyar Sjúkrahús Ronnie Midjord Stjóri 52.922 3.884 7.938 64.744
Vørn Elmar Højgaard Stjóri 52.922 2.990 7.938 63.850
Miðnám á Kambsdali Páll Isholm Rektari 52.922   7.938 60.860
Nám Eyðun Gaard Stjóri 52.922   7.938 60.860
Undirvísingarstýrið Hjalmar Hansen Stjóri 52.922   7.938 60.860
Umhvørvisstovan Petur Nielsen Stjóri 52.922   7.938 60.860
Lønardeildin Jan Mortensen Lønarstjóri 52.922   7.938 60.860
Arbeiðs- og Brunaeftirlitið Leivur Persson Stjóri 48.770   7.315 56.085
Búnaðarstovan Tróndur G. Leivsson Stjóri 48.770   7.315 56.085
Heilsutrygd Egil á Bø Stjóri 48.770   7.315 56.085
Tekniski Skúli/Sjómansskúlin í Klaksvík Rúni Heinesen Stjóri 44.147 5.000 6.622 55.769
Vinnuháskúlin Wilhem E. Petersen Skúlastjóri 48.770   6.890 55.660
Suðuroyar Sjúkrahús Gunnbjørg L. F. Guttesen Varastjóri 39.397 5.000 5.909 50.306
Klaksvíkar Sjúkrahús Súsanna Olsen Varastjóri 39.397 5.000 5.909 50.306
Miðnám, Vestmanna Jákup Andrease Skúlastjóri 41.719   6.257 47.976
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta í í Sjóvar kirkju.
174940
Leygardag 11. mai
Sending við countrytónleiki
174926
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860