Skjóta aftur hval í Íslandi

Skjóta aftur hval í Íslandi
Eftir tvey ára steðg fer íslendska felagið Hvalur í summar at skjóta hval aftur. 
 
23.04.2018 - 09:13

Tvøstið verður væntandi útflutt til Japan, og nakað verður brúkt til at framleiða kostískoyti.

Í 2016 gavst felagið við hvalaveiðu, tí trupulleikar vóru við innflutningi av tvøstinum til Japan, sum er størsti marknaðurin fyri hvalakjøti hjá felagnum.

Sambært Morgunblaðnum hevur felagið Hvalur saman við íslendska menningarstovninum brúkt seinastu tvey árini at finna nýggjar hættir at menna nýggjar vørur úr tvøsti og spiki.

Nú arbeiðir felagið við at gera kostískoyti til fólk, sum hava blóðmangul. Kannað verður, hvussu gelatin kann útvinnast úr beinum og spiki, sum kann brúkast sum heilivágur og í matvøruframleiðslu. Hetta verður gjørt í samstarvi við lærda háskúlan í Íslandi.

Felagið Hvalur ætlar eisini framhaldandi at útflyta tvøst og spik til Japans, men treytin er tó, at innflutningsbannið í Japan verður strikað, áðrenn hvalaveiðan byrjar aftur.

Fyritøkan hevur loyvi at skjóta 161 nebbafiskar í summar og 20% av óbrúktari kvotu frá í fjør. 

Í 2015 skeyt felagið Hvalur 155 nebbafiskar, og sambært Morgunblaðnum arbeiddu tá 150 fólk hjá felagnum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. mai
Góðan morgun Føroyar
174974
Mánadag 13. mai
Morgunlestur mánadagur 13. mai 2024
174853
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta í í Sjóvar kirkju.
174940
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860