Svartkjaftakunngerð lýst

Svartkjaftakunngerð lýst
Frá 27.apríl, tað er ídag, til og við 14. juni, kunnu føroysk skip landa so nógvan svartkjaft uttanlands, sum tey hava hug til
 
27.04.2018 - 11:00

Tað er greitt, nú nýggj kunngerð um treytir fyri at landa í Føroyum er lýst og komin í gildi.

Nýggja kunngerðin strikar stutt sagt "svartkjaft" av listanum í gomlu kunngerðini frá 23.mars, sum nevnir 22 ymisk fiskasløg, ið skulu landast um føroyskan bryggjukant.

Punkt nummar 19, tað er svartkjaftur, er sambært nýggju kunngerðini strikað av listanum, frá í dag at rokna til og við 14. juni.

Flestu uppsjóvarskipini royna eftir svartkjafti sunnafyri Føroyar. Trongligt hevur verið hjá Havsbrún í Fuglafirði, sum higartil hevur verið einasta staðið at landa svartkjaftin. Tó hevur okkurt einstakt skip landað svartkjaft til Faroe Pelagic í Kollafirði.

Nú nýggja kunngerðin er lýst, hava fyrstu skipini sett kós móti móttøkuvirkjum uttanlands. Eittnú er Fagraberg áveg til Skagen at landa.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 14. mai
Morgunlestur týsdagur 14. mai 2024
174854
Mánadag 13. mai
Við Tórði á túri í Skálhøvda
175000
Mánadag 13. mai
Góðan morgun Føroyar
174974
Mánadag 13. mai
Morgunlestur mánadagur 13. mai 2024
174853
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860