Fyritøka í rættin fyri at bróta javnstøðulógina

Fyritøka í rættin fyri at bróta javnstøðulógina
Søkti eftir manni til starv, sum likamliga er ov tungt fyri kvinnur. Tað er brot á javnstøðulógina, siga Javnstøðunevndin og fútin
Við lóg skal land byggjast, stendur á Dómhúsinum í Havn.
 
01.05.2018 - 12:21

Fyri fyrstu ferð er greinin í javnstøðulóginj frá 1994 um starvslýsing roynd í Føroya rætti.

Fútin er farin í rættin við einari fyritøku, sum Javnstøðunevndin meldaði fyri at søkja eftir einum manni at arbeiða í einari goymslu.

Kravið er sekt, sum er 5.000 kr. Fyritøkan, eitt smápartafelag í Havn, krevur frídøming.

Søkti eftir manni

Fyritøkan er meldað fyri at bróta javnstøðulógina, tí hon tvær ferðir í fjør á almennari heimasíðu søkti eftir manni, ikki eftir fólki, til goymsluna hjá sær.

- Hetta er so tungt arbeiði, at bara menn kunnu gera tað, søgdu bæði stjórin og nevndarforkvinnan í fyritøkuni í rættinum í dag. Arbeiðið er rætt og slætt ov tungt fyri kvinnur, søgdu tey. Tí varð søkt eftir manni. 

Tvey fólk, maður og kvinna, sum kortini ikki søktu um starvið í goymsluni, gjørdu Javnstøðunevndina varuga við lýsingina.

Málið er prinsipielt, tí einki fordømi er í Danmark heldur.

Dómur fellur í Føroya rætti um eina viku.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 14. mai
Breddin: Verkfall og haturstala
175044
Týsdag 14. mai
Góðan morgun Føroyar
175040
Týsdag 14. mai
Morgunlestur týsdagur 14. mai 2024
174854
Mánadag 13. mai
Norðurljóð 13.mai 2024
175002
Mánadag 13. mai
Við Tórði á túri í Skálhøvda
175000
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
FM í estetiskum fimleiki 2024
174949
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902