Tríggir nýggir ráðharrar

Tríggir nýggir ráðharrar
Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri, hevur umskipað stjórnina, og Vinstriflokkurin fær tríggjar nýggjar ráðharrar.
 
02.05.2018 - 11:24

Jakob Ellemann Jensen verður nýggjur umhvørvis- og matvørumálaráðharri eftir Esben Lunde Larsen, sum hevur lagt frá sær sum ráðharri. 

Hann verður kortini sitandi í fólkatinginum, tað sum er eftir av hesum valskeiðnum, men stillar ikki uppaftur.

Eva Kjær Hansen úr Vinstra verður nýggjur fiskimálaráðharri og ráðharri í norðurlendskum málum. Hon tekur við eftir Karen Ellemann, sum fer úr stjórnini, men ætlanin er, at Karen Ellemann skal verða nýggj forkvinna fyri fólkatingsmanningina hjá Vinstra.

Eva Kjær Hansen hevur verið ráðharri fyrr í hesum valskeiðnum, men hon noyddist at leggja frá sær eftir eitt stríð við konservativa flokkin um broytingar í búnaðarlógini.

Tommy Ahlers verður nýggjur útbúgvingar- og granskingarmálaráðharri eftir Søren Pind, sum gevst í politikki og í fólkatinginum. 

Tommy Ahlers er íverkseti og nýggjur í politiskum høpi, men tá Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri, kunngjørdi nýggju ráðharrarnar fyrrapartin, upplýsti hann, at Tommy Ahlers fer at stilla upp fyri Vinstraflokkin á næsta fólkatingsvali. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta í í Sjóvar kirkju.
174940
Leygardag 11. mai
Sending við countrytónleiki
174926
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860