Myndir: Agnas vann ein Gekkabil

Myndir: Agnas vann ein Gekkabil
Agnas Djurhuus úr Havn heintaði í dag ein spildurnýggjan Volvo V40, sum hon vann í Gekkinum í síðstu viku
Rúni Djurhuus, stjóri á bilasøluni Wenzel, handar Agnas Djurhuus lykilin til spildurnýggja bilin
Mynd: Kringvarp Føroya  
 
09.05.2018 - 13:45

Agnas Djurhuus úr Havn sat sum so mong onnur og spældi Gekk fríggjakvøldið í síðstu viku. Agnas fekk fulla plátu, ringdi inn og slapp ígjøgnum. 

Gekkaupphæddin hetta kvøldið var á 2 milliónum krónum, men Agnas snaraði ongantíð Gekkahjólinum. Hon fekk bjóðað at býta snarini um við ein nýggjan bil við virði á knøppum 400.000 krónum, og hon tók beinan vegin av.

Í dag var Agnas ein túr hjá bilasøluni Wenzel og heintaði bilin. 

- Eg eri so glað, tað er ikki heilt gingið upp fyri mær enn, segði ein ovurfegin Agnas, sum ongantíð hevur átt ein nýggjan bil - fyri enn nú. 

Vit ynskja Agnas hjartaliga til lukku við nýggja bilinum!


Agnas Djurhuus Gekkabilur

Caption: 
Ein ovurfegin Agnas, sum fyri fyrstu ferð eigur ein nýggjan bil

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. mai
Góðan morgun Føroyar
174974
Mánadag 13. mai
Morgunlestur mánadagur 13. mai 2024
174853
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta í í Sjóvar kirkju.
174940
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860