Sleppa ikki at vísa sangkappingina

Sleppa ikki at vísa sangkappingina
Kinesiska sjónvarpsrásin, Mango TV, sleppur ikki at senda frá Eurovision sangkappingini í annaðkvøld
 
11.05.2018 - 20:07

Orsøkin er, at Mango TV vísti hvørki írska ella albanska sangin í semifinaluni týskvøldið, og rásin vísti heldur ikki nakað, sum hevði við kynsligar minnilutar at gera. 

Til fyrru semifinaluna týskvøldið sóust fólk m.a. veittra við fløggum við ælabogalitum, men hesi brot vórðu klipt úr sendingini, og rásin vísti ikki írska og albanska sangin.

Írska framførslan snýr seg um tveir menn, sum dansa saman, og tað er fallið Kina fyri bróstið, og at albansku sangararnir høvdu stórar tatoveringar. Í januar sett Kina forboð fyri at vísa tatoveringar í sjónvarpi.  

Í Kina er LGBT framvegis ikki loyvt, og samkynd pør síggjast heldur ikki í kinesiskum sjónvarpi.

European Broadcasting Union, EBU, hevur nú bannað kinesisku sjónvarpsrásini at vísa finaluna í kappingini, sum  verður í annaðkvøld. 

Mango TV hevur ikki gjørt viðmerkingar til bannið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta í í Sjóvar kirkju.
174940
Leygardag 11. mai
Sending við countrytónleiki
174926
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860