Trygdarráðið á snarfund eftir samanbrestir

Trygdarráðið á snarfund eftir samanbrestir
Samanbrestirnir á markinum millum Ísrael og Gaza standa ovast á breddanum, tá ST-trygdarráðið kemur saman til fundar seinni í dag
Ófriður við markið villum Palestina og Ísrael
 
15.05.2018 - 08:33

Kuveit, sum í løtuni hevur sæti í trygdarráðnum, hevur biðið um snarfund at viðgera støðuna.

Samanbrestirnir millum palestinar í Gaza og ísraelskar hermenn í gjár vóru teir ringastu síðani 2014, og sjúkrahúskeldur siga, at í minsta lagi 57 palestinarar hava latið lív.

Meira enn 2.700 fólk eru særd.

Í gjár vórðu liðin 70 ár, síðani ísraelska ríkið varð stovnað, og samstundis læt USA sendistovu upp í Jerusalem. USA hevur eisini viðurkent Jerusalem sum ísraelskan høvuðsstað.

ST-sendiharrin hjá Kuveit veit ikki at siga, hvat kemur burtur úr fundinum í trygdarráðnum í dag:

- Vit hava fordømt ófriðin, og nú fáa vit at síggja, hvat trygdarráðið kann gera, sigur hann.

Antonio Guterees, ST-aðalskrivari, er stúrin um gongdina á markinum millum Gaza og Ísrael, og hann hevur heitt á báðar partar um at binda frið.

Funnist verður hvassliga at Ísrael og USA fyri avgerðina um at flyta amerikansku sendistovuna úr Telaviv til Jerusalem.

Franski forsetin, Emmanuel Macron, hevur fordømt Ísrael fyri at fara so harðliga fram móti palestinsku mótmælisfólkunum.

Suðurafrika og Turkaland hevur boðsent sínum sendiharrum í Ísrael um at koma heim, og Turkaland hevur eisini boðsent sendiharra sínum í USA um at koma heim til viðtalu.  

Ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, sigur, at ísraelskir hermenn skutu palestinarar í sjálvverju.

- Øll lond hava skyldu at verja markið, skrivar ísraelski forsætisráðharrin á Twitter í gjárkvøldið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. mai
Góðan morgun Føroyar
174974
Mánadag 13. mai
Morgunlestur mánadagur 13. mai 2024
174853
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta í í Sjóvar kirkju.
174940
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860