Hvast orðaskifti í trygdarráðnum

16.05.2018 - 20:13
AktueltÚtheimurin
Hvast orðaskifti í trygdarráðnum
ST-trygdarráðið viðgjørdi í gjár støðuna á markinum millum Ísrael og Gaza, har tilsamans meira enn 100 palestinar hava latið lív seinastu tíðina
Trygdarráðið hjá ST
Mynd: Savnsmynd  
 
 

Kuveit bað um fundin í trygdarráðnum.

Palistinski ST-eygleiðarin, Riyad Mansour, segði, at palestinar fordøma hópdrápið, sum Ísrael hevur framt í Gaza-geiranum. Hann spurdi, hvussu nógvir palestinar skulu lata lív, áðrenn nakað verður gjørt.

Ísrael skuldsetir Hamas

Ísrelski ST-sendiharrin vardi Ísrael og skuldsetti Hamas-felagsskapin fyri at gera sær dælt av støðuni hjá teimum, sum búgva í Gaza.

- Hamas eggjar til harðskap og skipar fyri, at so nógv sivilfólk, sum til ber, lata lív. Ísrael fær skyldina, og so fara palestinarar í ST at kæra, segði ísraelski ST-sendiharrin, Danny Donon. Hann spurdi, hvat onnur høvdu gjørt, um fleiri túsund fólk hóttu markið hjá sær.

Amerikanski ST-sendiharrin, Nikki Haley, rýmdi úr fundarhølinum, tá palestinski ST-eygleiðarin, Mansour, helt røðu. 

USA stuðlar Ísrael

Nikki Haley vísti aftur, at ófriðurin á markinum millum Ísrael og Gaza kyknaði, tí USA læt sendistovu upp í Jerusalem.

- Hamas hevur skyldina, og Hamas fær stuðul frá Iran, segði hon.

- Hvør hevði góðtikið slíkan atburð á markinum hjá sær. Einki land, sum er umboðað í trygdarráðnum, hevði verið so lítilátið, sum Ísrael hevur verið, segði Nikki Haley.

Løgdu veto móti kanning

Eitt uppskot frá Kuveit um eina altjóða kanning av hendingunum á markinum millum Ísrael og Gaza vann ikki frama, tí USA brúkti sýtingarrættin, sigur ABC News.

ST-aðalskrivarin, Antonio Guterres, segði í gjár, at einasta gongda leið at loysa stríðið er, at Ísrael og palestinar fáa hvør sítt land.

Fríggjadagin fer mannarættindaráðið hjá ST, eftir áheitan frá Arabisku samgonguni, at viðgera mannarættindastøðuna í palestinsku økjunum.

Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 3. juni
Tilvera - Tað ónda 2 (2)
9247
Sunnudag 27. mai
Tilvera - Tað ónda 1 (2)
9337
Leygardag 26. mai
ALSO: Mussist bara!
81244
Fríggjadag 25. mai
Radarin: Arktis og Public Service
81234
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. mai
Andaktin
81248
Mánadag 21. mai
Hamferð - útgávukonsert
81054
Mánadag 21. mai
Andaktin
81074