Størri búskaparvøkstur størri veðurlagsbroytingar

Størri búskaparvøkstur størri veðurlagsbroytingar
Tað er niðurstøðan í eini umfatandi kanning av framtíðini hjá heimsbúskapinum, stendur at lesa á NewScientist.com
 
19.05.2018 - 13:02

Hvussu nógv veðurlagið broytist veldst um, hvussu nógvum vakstrarhúsgassi vit sleppa út í lofthavið, og hetta er ávirkað av, hvussu vit bera okkum at sum heimssamfelag, eisini hvat hendir í heimsbúskapinum, siga veðurlagsserfrøðingar. Í ringasta føri kann støðan vera verri enn vit higartil hava hildið.

Ein framtíðarmynd, sum veðurlagsserfrøðingar arbeiða við, verður nevnd RCP8.5. Hon gongur út frá, at heimsbúskapurin heldur á at vaksa við sama skjótleika sum í dag, sum kann hava stórar veðurlagsbroytingar við sær.

Men nú siga serfrøðingar, at tað er 35 prosent sannlíkindi fyri, at búskapurin fer at vaksa enn skjótari. Harvið kann ringasta føri, sum vit higartil hava sæð fyri okkum, skiftast út við eina enn daprari framtíðarmynd. Summi vilja vera við, at menniskju ikki longur kunnu hála í bremsuna, meðan onnur halda, at heimssamfelagið enn kann gera sítt til at avmarka veðurlagsbroytingar. Men hetta verður torført. 

Í fjør eydnaðist ikki at minka um vakstarhúsútlátið í ES. Í staðin vaks útlátið við 1,8 prosenti. Hetta skrivar NewScientist.com

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. mai
Góðan morgun Føroyar
174974
Mánadag 13. mai
Morgunlestur mánadagur 13. mai 2024
174853
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860