Grind í Gøtu

Grind í Gøtu
Um ein hálvan tíma ella so, verður grind hildin til í Gøtu. Ilt er at meta um støddina á grindini, men hon er ikki lítil, halda grindaformenn
 
22.05.2018 - 14:12

Grindaformenninir, sum fylgja grindini, halda, at talan kanska er um einir 100 hval.

Grindin varð funnin fyrrapartin, men tá vóru fáir bátar hjá henni, og hon hvarv. 

Men grindaformenninir í Leirvík vildu ikki góðtaka, at grindin hvarv, og tí fóru teir at leita eftir grindini saman við bátinum, sum fann grindina fyrrapartin.

Tað tók ikki so langa tíð at finna hana aftur og at fáa rakstur á hana.

Fyri løtu síðani var grindin komin innum Mjóvanes, og tá varð hildið, at hon verður hildin til um ein hálvan tíma ella so. Tá vóru einir 12-14 bátar hjá grindini, og raksturin gekk væl.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta í í Sjóvar kirkju.
174940
Leygardag 11. mai
Sending við countrytónleiki
174926
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860