Bøta um Margáir

Bøta um Margáir
Býráðið í Sunda Kommunu hevur samtykt at betra um umstøðurnar við Margáir. Húsið verður útbygt, og umstøðurnar kring vøllin gjørdar betri
 
31.05.2018 - 11:01

Byggjast skal uppí ítróttarhúsið við Margáir. Bygningurin verður 470 fermetrar stórur og í tveimum hæddum. 

Umstøðurnar hjá fótbóltsfelagnum EB-Streymi verða betri, og eisini verður goymslurúm gjørt til útgerð í samband við vøllin.

Fleiri áskoðarapláss skulu eisini gerast, og tá alt er liðugt verða øll áskoðaraplássini undir taki.

Fyri at vøllurin kann lúka krøvini til dystir hjá Betri deildini, mugu nýggjar ljósmastrar setast upp. Í 2018 eru avsettar 4,1 milliónir krónur á fíggjarætlanini til arbeiðið.

Ætlanin er, at bygningurin og ítróttarøkið verður liðugt í 2019-2020, og tá alt er liðugt, kostar tað kommununi um 10 milliónir krónur, skrivar kommunan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444