700 milliónir í bót fyri hvítvasking

700 milliónir í bót fyri hvítvasking
Ein Avstralskur banki skal gjalda 700 milliónir avstralskar dollarar í bót, fyri at sleppa undan máli um brot um hvítvasking og fígging av yvirgangi
Mynd: The Independent  
 
05.06.2018 - 17:36

Størsti bankin í Avstralia, The Commonwelth Bank, hevur góðtikið at gjalda 700 milliónir avstralskar dollarar í bót, til tess at sleppa undan einum máli um brot um hvítvasking og at fíggja yvirgang.

Tað skrivar franska tíðindastovan, AFP.

Hetta er størsta semja, sum nakrantíð er gjørd millum myndugleikar og eina fyritøku í Avstralia. Upphæddin er 3,4 milliardir krónur í okkara peningi.

Ein dómstólur skal góðkenna avtaluna millum avstralska fíggjareftirlitið og bankan, áðrenn hon kemur í gildi.

Commonwealth Bank varð í fjør ákærdur fyri at hava brotið lógina, sum skal forða fyri, at brotsmenn gera sær dælt av at lata bankaskipanina hvíttvaska pening.

Bankin hevur viðurkent, at í 53.000 førum hevur hann verið ov seinur at lata fíggjareftirlitinum upplýsingar um reiðan pening, sum er fluttur gjøgnum bankan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta í í Sjóvar kirkju.
174940
Leygardag 11. mai
Sending við countrytónleiki
174926
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860