Kemisk vápn brúkt í Sýria

Kemisk vápn brúkt í Sýria
Nervaeiturið sarin og klorin vórðu brúkt í álopum í Sýria í fjør, tað staðfestir kanning hjá OPCW
Fleiri liva mitt í borgarakrígginum
 
14.06.2018 - 08:42

Tað boðaði altjóða stovnurin móti kemiskum vápnum, OPCW, frá í frágreiðing í gjár. OPCW sigur einki um, hvør hevur ábyrgdina av álopunum, og Sýria noktar at hava brúkt kemisk vápn.

Hetta er seinasta í eini røð av frágreiðingum frá eftirlitsstovninum, sum váttar, at kemisk vápn hava verið brúkt í borgarakrígnum í Sýria.

OPCW kannar eisini eitt álop 17. apríl í ár, har illgruni er um, at kemisk vápn vórðu brúkt. Tað var álopið í Douma nær Damaskus, sum fekk USA, Frakland og Bretland at svara aftur við rakettálopum.

Úrslit av tí kanningini verður væntandi kunngjørt seinni í hesum mánaðinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 14. mai
Breddin: Verkfall og haturstala
175044
Týsdag 14. mai
Góðan morgun Føroyar
175040
Týsdag 14. mai
Morgunlestur týsdagur 14. mai 2024
174854
Mánadag 13. mai
Norðurljóð 13.mai 2024
175002
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 14. mai
Breddin: Orðaskifti um verkfall
175057
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Estetiskur fimleikur: FM 2024
174949
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946