Skuldi verða sambýli endaði sum gistingarhús

Skuldi verða sambýli endaði sum gistingarhús
Gamligarður í Svínoynni er latin Visit Norðoy at umsita fyri kommunua
Gamligarður í Svínoynni.
Mynd: Klaksvíkar kommuna  
 
14.06.2018 - 08:19

Svínoyggin hevur fingið gistingarhús.

Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu, handaði í gjár Elsu Poulsen, leiðara á Visit Norðoy, Gamlagarð,  gistingarhúsið í Svínoy, at umsita fyri kommununa.

Svínoy er í Klaksvíkar kommunu.

Í Gamlagarði kunnu gista 32 fólk í senn. Har eru átta kømur, felagsrúm og køkur.

Kunningarstovan skal umsita bíleggingar og tilboð í Gamlagarði. Tey verða skipað í samráði við fólkið í Svínoy. 

Umsitingaravtalan millum kommununa og Visit Norðoy er í fyrsta umfari galdandi eina royndartíð, sum er eitt ár.

Útoyggjastevnan

Útoyggjastevnan verður í Svínoynni í ár. Hon verður leygardagin.

Fyrsta almenna tiltak í Gamlagarði verður ókeypis morgunmatur klokkan níggju leygarmorgunin. Síðani verður aðalfundurin hjá Útoyggjafelagnum har klokkan hálvgum ellivu.

Upprunaliga var ætlanin at hava sambýli í bygninginum í Svínoy. 

Men tað varð av ongum, og nú bygningurin er liðugur, er hann vorðin gistingarhús og felagshús.

Bygningurin hevur verið leingi á veg. Hann varð innilokaður í 2012.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444