Fóðurtrot í Noregi

Fóðurtrot í Noregi
Turkur hevur verið leingi, og eitt ótal av bóndum í Noregi rópa neyðarróp, tí teir hava ikki fóður til djórini.
Áhaldandi turkur elvir til fóðurtrot í Noregi.
Mynd: Truls Ødegaard / Privat  
 
10.07.2018 - 09:21

NRK skrivar, at tað hevur verið turkur so leingi, at fóðurkreppan nú er tann størsta í fleiri áratíggju.

Norsk Landbruksrådgivning óttast, at fóðurkreppan fer at elva til, at hópurin av dýrum verða slaktað.

- Bóndurnir ringja til okkara við grátirødd. Hetta rakar alt teirra lívsverk, sigur Jørn Erik Toppe við NRK.

Ein heimasíða er gjørd, so bóndur, sum hava fóður, kunnu geva teimum, sum einki hava, tí eingin grøði hevur verið. 

- Talan er serlga um mjólkineyt, seyð og ross, sum ikki hava fóður, men eg havi eisini finið fyrispurningar um fóður til alt frá lama til kaninir, so fóðurtrotið rakar breitt, sigur Jørn Erik Toppe við NRK.

Tað er serliga á suður og eysturlandinum, at áhaldandi turkur elvir til fóðurtrot.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 14. mai
Breddin: Verkfall og haturstala
175044
Týsdag 14. mai
Góðan morgun Føroyar
175040
Týsdag 14. mai
Morgunlestur týsdagur 14. mai 2024
174854
Mánadag 13. mai
Norðurljóð 13.mai 2024
175002
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 14. mai
Veðrið
175069
Týsdag 14. mai
Breddin: Orðaskifti um verkfall
175057
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Estetiskur fimleikur: FM 2024
174949