Maður omandottin á Trøllanesi

Maður omandottin á Trøllanesi
Um middagsleitið í dag fekk løgreglan fráboðan um, at ein maður, sum var farin á fjall, var dottin einar 300-400 metrar.
 
12.07.2018 - 14:46

Í dag um middagsleitið fekk løgreglan eina fráboðan um, at ein maður var omandottin á Trøllanesi, vestanfyri á Kalsoynni. Tað skrivar JN.fo.

Løgreglan og MRCC fóru beinan vegin at leita. Tjaldrið, Vón, Ziska, Lív og tyrlan blivu send at leita eftir manninum, sum var omandottin.

Sambært løgregluni var maðurin farin á fjall, tá hann datt einar 300-400 metrar niður. 

Tyrlan fann mannin og fekk hann upp, har arbeitt varð upp á mannin. Tá ið maðurin kom á Landssjúkrahúsið varð staðfest, at hann var deyður. 

Maðurin gjørdist 29 ára gamal

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 8. mai
Ein sangur um frælsi (1:5)
174575
Mikudag 8. mai
Góðan morgun Føroyar
174807
Mikudag 8. mai
Morgunlestur mikudagur 8. mai 2024
174297
Týsdag 7. mai
Góðan morgun Føroyar
174745
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. mai
Veðrið
174774
Týsdag 7. mai
3-2 (6. mai 2024)
174735
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537