Løgreglan og ákæruvaldið kanna útblakingina

Løgreglan og ákæruvaldið kanna útblakingina
Fyribils er talan um serliga tyngjandi umstøður, men sambært varafútanum er tað ov tíðliga at siga, um ákæra verður reist.
 
17.07.2018 - 15:25

Fyribils er talan um serliga tyngjandi umstøður, men um ákært verður sambært tí ella, um skiparin á Nærabergi yvirhøvur verður ákærdur, er ov tíðliga at siga enn.

Verður hann ákærdur, fer málið í rættin, tí tað er so stórt og umfatandi, sigur Linda M. Hesselberg, varafúti. Politiið og ákæruvaldið kanna nú málið um útblakingina hjá uppsjóvarskipinum Nærabergi.

Skiparin er skuldsettur, tí Næraberg skal hava blakað svartkjaft fyri borð.

Vørn mælti til í samráði við ákæruvaldið, at veitast skuldi trygd fyri einari millión og 550.000 krónum, áðrenn skipið slapp at loysa aftur.

Tað gjørdi reiðaríið, P/f Næraberg, so Næraberg slapp til Kollafjarðar at landa. Tær 50.000 krónurnar eru til advokatin hjá skiparanum.

Eftir at lógin um sjófeingi kom, er gjørdur ein nýggjur máti at rokna út bótina fyri at bróta lógina. Bótin verður ásett eftir skipaslagi, og hvør inntøkan hjá júst hesum skipaslagnum er.

Er talan um serliga tyngjandi umstøður, hann bótin gerast 50 % størri enn vanliga bótin.

Hetta er fyrsta málið av hesum slagnum, síðani lógin um sjófeingi kom á nýggjárinum, so tað fer í rættin, um skiparin verður ákærdur.

Eygleiðari hjá Vørn var við Nærabergi síðsta túrin. Tá Næraberg kom á Fuglafjørð leygarkvøldið, stóðu politiið og Vørn fyri skipinum.

Tað gjørdu tey, tí eygleiðarin boðaði frá útblaking.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta í í Sjóvar kirkju.
174940
Leygardag 11. mai
Sending við countrytónleiki
174926
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
FM í estetiskum fimleiki 2024
174949
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860