Handverkarafrádrátturin neyvan broyttur enn

Handverkarafrádrátturin neyvan broyttur enn
Tað er trupult at fáa handverkarar í starv í Føroyum, samstundis sum føroyska skattaskipanin eggjar handverkarum at arbeiða uttanlands.
 
24.07.2018 - 09:09

Fyrr í vikuni upplýsti stóra, føroyska byggifyritøkan Articon, at tað er trupult at fáa føroyskar handverkarar. Tí hevur Articon í løtuni 70 útlendingar í starvi. 

Føroyska skattaskipanin eggjar samstundis handverkarum í Føroyum at fara uttanlands at arbeiða. 

Eggjar handverkarum at fara uttanlands

Um tú arbeiðir uttanlands, kanst tú tjena 120.000 krónur skattafrítt og rinda 35 % í skatti av inntøku omanfyri hetta. 

Tøl frá útlendingastovuni frá 2016 vísa, at 417 føroyingar eru uttanlands og arbeiða - meginparturin í byggivinnuni. 

Hesin føroyski arbeiðshópurin í útisetu hevur rætt til at fáa 120.000 krónur í fráfrátti í part. Tað kundi tí bent á, at skattafrádrátturin beinleiðis eggjar føroyingum at arbeiða uttanlands, samstundis sum okkum tørvar handverkarar í Føroyum.

Neyvan avtikin enn

Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, dugir ikki at siga, um frádrátturin verður avtikin. 

 

- Heilt yvirksipað kann tað sigast, at sjálvandi hevði tað verið ein meira rættvís skattaskipan, um øll, sum búðu í Føroyum og brúktu vælferðartænasturnar í Føroyum, rindaðu sama skatt, sigur hon. Hinvegin er tað av søguligum orsøkum, at vit hava ymsar serstakar skipanir, og tað hevði eisini verið løgið, um vit tóku hesar skipanir burtur uttan at sett nakað annað í staðin, sigur fíggjarmálaráðharrin. 

Orsøkin til skattafrádráttin var ringu tíðirnar í Føroyum, og man vildi tí eggja føroyingum at fara uttanlands at arbeiða.

- Tá arbeiðsloysið er so lágt, sum tað er nú, so gevur tað kanska ikki líka nógva meining at fáa ein skattligan fyrimun við at arbeiða uttanlands, sigur Kristina Háfoss og leggur afturat, at tað er fleiri borgarar í dag, sum gjalda eftir serstakari skattaskipanin.

Mæltu til at avtaka serskipanir

Í 2016 mælti danski tjóðbankin til, at strika frádra´ttin til tey, sum arbeiða uttanlands. Kristina Háfoss, landstýriskvinna í fíggjarmálum, segði tá, at hon fór at lata skattanevndina kanna málið nærri og síðani koma við tilmælum.

Skattanevndin er í dag greið í sínum máli: Allar serskipanir skulu avtakast. 

Men Kristina Háfoss dugir ikki at siga, um hon fer at gera eftir tilmælinum frá danska tjóðbankanum og skattanevndini. Hon vil fyrst hava eina politiska viðgerð av málinum. 

- Tilmælini frá skattanevndini eru til politiska viðgerð í løtuni, og har eru nógvir ymsir tættir at viðgera. Tað verður viðgjørt sum ein heild, og tí er tað ov tíðliga at siga, júst hvat verður broytt og ikki. Tað veldst um, hvat politisk undirtøka fæst fyri, sigur landstýriskvinnan í fíggjarmálum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. mai
Morgunlestur mánadagur 13. mai 2024
174853
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta í í Sjóvar kirkju.
174940
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860