Grundlógaravhoyring um harðskap í Klaksvík

Grundlógaravhoyring um harðskap í Klaksvík
Tveir útlendingar skulu í Føroya rætt í kvøld, annar er skuldsettur, hin skal geva vitnisfrágreiðing
Ein útlendingur varð tikin í Klaksvík í nátt. Hann er skuldsettur fyri harðskap.
 
18.08.2018 - 16:19

Klokkan 18.00 í dag verður grundlógaravhoyring í Føroya rætti um ein tilburð í Klaksvík um midnáttarleitið.

Ein útlendingur er skuldsettur fyri harðskap, og ákæruvaldið fer at krevja varðhaldsfongsling, so maðurin ikki fer av landinum, áðrenn rætturin viðger mál hansara endaliga. 

Útlendingurin er skuldsettur fyri at geva einum manni úr Klaksvík nevan, so hann breyt nøsina, og hann skal eisini hava sparkað mannnin fýra ferðir, meðan hann lá.

Hetta hendir í einari kiosk í Klaksvik.

Tveir menn á einum russiskum skipi vóru farnir í býin í Klaksvík í gjárkvøldið.

Endaði við harðskapi

Tann túrurin endaði bráddliga í einari kiosk. 

Maðurin, sum nú er skuldsettur fyri harðskap, varð tikin og lagdur í brummuna at sova rúsin av sær.

Hin útlendingurin varð koyrdur um borð aftur á skipið.

Hann skal geva vitnisfrágreiðing í grundlógaravhoyringini í kvøld, tí hann er í Føroyum nú.

Sum skilst verða øll onnur avhoyrd seinni.  


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta í í Sjóvar kirkju.
174940
Leygardag 11. mai
Sending við countrytónleiki
174926
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
FM í estetiskum fimleiki 2024
174949
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846