Trump vildi hava al-Assad dripnan

Trump vildi hava al-Assad dripnan
Í nýggjari bók, sum Watergate-journalisturin, Bob Woodward, hevur skrivað, stendur at lesa, at Trump vildi hava sýriska forsetan tiknan av døgum.
 
05.09.2018 - 13:23

Amerikanski forsetin, Donald Trump, vildi hava sýriska forsetan, Bashar a-Assad, tiknan av døgum í fjør. Men Jim Mattis, verjumálaráðharri, gjørdi ikki eftir áheitanini frá forsetanum.

Tað stendur at lesa í einari nýggjari bók, sum víðagitni Watergate-journalisturin, Bob Woodward, hevur skrivað, og sum kemur út fyrsta dagin.

Woodward gjørdist heimskendur, tá hann var við til at avdúka Watergate-gøluna í sjeytiárunum.

Hann hevur tosað við ráðgevarar í Hvítu húsunum, men treytin er, at teir ikki verða nevndir við navni í bókini.

Sambært bókini, sum hevur heitið Fear (Ótti) valdar ruðuleiki í Hvítu húsunum. Trump vildi hava Assad tiknan av døgum í apríl í fjør, eftir at hann hevði brúkt eiturgass móti sivilfólki.

Jim Mattis, verjumálaráðharri, segði, at hann fór at kanna málið, men endin var eitt avmarkað loftálop, sum ikki hótti sýriska forsetan.

Hvítu húsini vísa øllum tí, sum stendur í bókini hjá Bob Woodward, aftur.

- Bókin er einki annað enn íspunnar søgur frá fyrrverandi, misnøgdum starvsfólkum á forsetaborgini, sigur talskvinnan í Hvítu húsunum, Sarah Sanders.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta í í Sjóvar kirkju.
174940
Leygardag 11. mai
Sending við countrytónleiki
174926
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
FM í estetiskum fimleiki 2024
174949
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846