Lækka íløgurnar

Lækka íløgurnar
Býráðið í Runavík ætlar at brúka minni til íløgur, og heldur rinda meira skuld aftur.
 
07.09.2018 - 06:55

Býráðið í Runavík samtykti í gjárkvøldið ein fíggjarkarm á 213,5 milliónir krónir.

Nakrar milliónir minni verða nýttar til íløgur. Peningurin verður ístaðin nýttir at rinda skuld aftur við.

Ein samd fíggjarnevnd mælti býráðnum til at lækka íløguupphæddina við trimum milliónum krónum og heldur at vaksa um afturgjaldingina av skuld við 15 heldur enn 12 milliónum krónum. Hesum tók býráðið undir við.

Tað merkir, at raksturin hækkar við 2 prosentum í mun til 2018, og at íløgur verða framdar fyri 41,5 milliónir krónur í 2019.

1. viðgerð av fíggjarætlanina 2019 verður á býráðsfundinum 31. oktober, sæst á heimasíðuni hjá Runavíkar kommunu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. mai
Veðrið
174774
Týsdag 7. mai
3-2 (6. mai 2024)
174735
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537