Kosovo vísti sína styrki

Kosovo vísti sína styrki
Kosovo vann uppiborið á Føroyum
 
10.09.2018 - 22:05

Kosovo vann 2-0 á Føroyum í kvøld, og tað var ruddiliga uppiborið.

Í fyrra hálvleiki fekk Kosovo tó lítið burtur úr, hóast teir høvdu bóltin nógv mest. 

Kosovo kom ikki til nakran veruligan málmøguleika í fyrra hálvleiki.

Føroyar høvdu eina roynd á málið hjá Kosovo, men frísparkið frá Brandi Olsen fór omanfyri málið.

Í seinna hálvleiki setti Kosovo leikferðina munandi upp, og tað skjótt úrslit.

Fyrst skoraði Arber Zeneli til 1-0, tá 49 minuttir vóru farnir, og tað gingu bara seks minuttir, so økti Atdhe Nuhiu til 2-0.

Eftir dystin segði landsliðsvenjarin hjá Føroyum, Lars Olsen, at liðið hjá honum tapti fyri einum væl sterkari liðið.

Hann segði eisini, at føroyska avrikið má verða frægari, tá Kosovo kemur til Føroyar í oktober, um ein føroyskur sigur skal koma í hús tá.

Í hinum dystinum í bólkinum spældu Malta og Aserbadjan javnleik, 1-1

Støðan í bólkinum

1.Kosovo 2 dystir 4 stig
2.Føroyar 2 dystir 3 stig
3. Aserbadjan 2 dystir 2 stig
4. Malta 2 dystir 1 stig

Í oktober spæla Føroyar tveir dystir á heimavølli.

11.oktober spæla Føroyar og Aserbadjan, og 14.oktober spæla Føroyar og Kosovo.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. mai
Góðan morgun Føroyar
174974
Mánadag 13. mai
Morgunlestur mánadagur 13. mai 2024
174853
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta í í Sjóvar kirkju.
174940
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860