Alliansan biður um stuðul frá Sosialdemokratunum

Alliansan biður um stuðul frá Sosialdemokratunum
Floksleiðararnir í borgarligu flokkunum bjóða nú Stefan Løfven, sitandi forsætisráðharra, til tingingar um at skipa nýggja borgarliga stjórn.
Svenska alliansan hevur boðið sitandi forsætisráðharranum á fund at tingast um eina borgarliga stjórn.
 
12.09.2018 - 09:53

Floksleiðararnir í teimum fýra borgarligu flokkunum í Svøríki bjóða nú Stefan Løfven, sitandi forsætisráðharra til tingingar um politiskan stuðul at skipa nýggja borgarliga stjórn.

Í opnum brævi undir yvirskriftini, "Vit bjóða Stefan Løfven til samrøðu", skriva teir fýra floksleiðararnir, at hóast sitandi stjórn hevur fingið tveir tinglimir meira enn borgarligu flokkarnir, so hava tey borgarligu fingið fleiri atkvøður og eru tí besta boð uppá nýggja stórn í Svøríki.

Opna brævið til Stefan Løfven stendur í DN Debat.

Floksleiðararnir vilja tosa við Stefan Løfven um samstarv tvørtur um miðjuna, tá tað snýr seg um spurningar, sum eru "týdningarmiklir í longdini", so sum tilflyting, bústaðarpolitikk, pensjóns-, verju- og trygdarpolitikk.

Í sitandi stjórn eru Sosialdemokratarnir og Umhvørvisflokkurin. Ytst vinstrumegin er Vinstriflokkurin, og tey borgarligu vilja ikki samstarva við hann, eins og borgarliga alliansan heldur ikki vil samstarva við Svøríkisdemokratarnar.

SVT skrivar, at Stefan Løfven, forsætisráðharri seinni í dag fer at koma við viðmerkingum til innbjóðingina frá borgarligu flokkunum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta í í Sjóvar kirkju.
174940
Leygardag 11. mai
Sending við countrytónleiki
174926
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860