Egnir tinglimir vilja hava May frá

Egnir tinglimir vilja hava May frá
Eini 50 parlamentslimir hjá bretska forsætisráðharranum Theresu May tingaðust í gjárkvøldið um, hvussu og nær May kann kroysast úr sessi sínum.
 
12.09.2018 - 15:38

BBC skrivar, at teir 50 tinglimirnir eru partur av konservativa bólkinum, sum kallast Evropeiski Kanningarbólkurin, sum eru ótolnir eftir at fáa greiðan og skjótan skilnað frá ES.

Á fundinum varð tosað opið um framtíðina hjá Theresu May, forsætisráðharra, og BBC endurgevur orðinga sum "øll, sum eg kenni, siga, at hon má frá", og "hon er ein vanlukka".

Síðani parlamentsvalið í juni í fjør, tá konservativi flokkur hennara misti meirilutan í parlamentinum, hevur leiklututrin hjá Theresu May sum stjórnarleiðari verið fyri støðugum trýsti og atfinningum. Støðan hevur eisini gjørt hana veikari í royndunum at fáa eina Brexit-avtalu við ES.

Bretland skal úr ES 29. mars næsta ár, og bæði ES og Bretland royna at fáa eina avtalu gjørda seinni í ár, sum partarnir síðani kunnu fáa samtykta í sínum parlamentum, áðrenn skilnaðurin skal verða.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. mai
Góðan morgun Føroyar
174974
Mánadag 13. mai
Morgunlestur mánadagur 13. mai 2024
174853
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860