Menningarkvotur latnar

Menningarkvotur latnar
Menningarkvotur verða nú latnar, uttan at spurningurin um hýrurnar er loystur.
 
12.09.2018 - 13:19

Fram og Tummas T hava fingið loyvi at fiska makrel til Vestmanna fiskivirki, sum fekk menningarkvotur.

Men spurningurin um hýruna hjá fiskimonnunum er ikki loystur.

Fundur var í gjár millum Fiskimálaráðið og Fiskimannafelagið um málið, men málið er ikki loyst.

Í gjár spurdi Fiskimannafelagið Høgna Hoydal, um hann ikki kundi biðja Vørn um seta sum treyt í loyvini, sum skipini fáa at fiska menningarkvotur, at virkini, sum hava rættindini, hava sáttmála við manningarfeløgini.  

Men tað vildi landsstýrismaðurin ikki, sigur Fiskimannafelagið.

Virki, sum hava fingið menningarkvotu, noyðast at leiga sær skip at fiska.

Fiskimannafelagið stúrir tí fyri, at minni verður at býta, tá leigan fyri skipið er goldin.

Virkið er rættindahavi, so minni verður eftir at býta, tá leigan fyri skipið er goldið, stúrir Fiskimannafelagið fyri.

Fiskimannafelagið krevur, at virki og onnur, sum fingu menningarkvotur, hava avtalu við manningarfeløgini eins og reiðararnir skulu sambært lóg um fyrisiting av sjófeingi.

Lógin um fyrisiting av sjófeingi sigur greitt, at fyri at fiska, skal manningin lønast samsvarandi sáttmálum við føroysk manningarfeløg.

Fiskimannafelagið hevur eisini gjørt vart við, at eingin vissa er fyri, at skip, sum hava sáttmálar við manningarfeløgini í Føroyum, fara at fiska menningarkvoturnar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 5. mai
Plátupanelið #019 (Deep Cuts)
174644
Sunnudag 5. mai
Dansibandguðstænasta í Vági
174634
Sunnudag 5. mai
Rokk og ró 4. mai 2024
174636
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444