Heitasta summarið í Evropa

Heitasta summarið í Evropa
Nógvi hitin í summar hevur sett evropeiskt met, tí tað var tað heitasta nakrantíð, sambært amerikanska mátingarstovninum, NOOA
Summarið 2018 var tað heitasta, sum nakrantíð er mált, í Evropa
Mynd: Savnsmynd  
 
23.09.2018 - 16:33

Summarið 2018 var tað heitasta, sum nakrantíð er mált í Evropa. Tað vísa kanningar hjá amerikanska mátingarstovninum, NOOA, sambært Ritzau tíðindastovuni.

Nooa stendur fyri National Oceanic and Atmospheric Administration.

Nooa hevur gjørt mátingar síðani 1910, og inntil í ár var heitasta summarið mált í 2003.

Júst farna summarið hevur tó tikið metið við 0,26 (celsius) stigum. 

Hetta var eisini fyrstu ferð nakrantíð, at hitin teir tríggjar summarmánaðirnar lá meira enn tvey stig oman fyri samlaða miðalhitan í Evropa. 

Og tað er ikki bara í Evropa, at fólk hava merkt hitan í ár, tí summarið 2018 í Suður-korea var tað heitasta síðani 1973, skrivar Ritzau.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta í í Sjóvar kirkju.
174940
Leygardag 11. mai
Sending við countrytónleiki
174926
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860