Fýra prosent av arbeiðsmegini eru útlendingar

Fýra prosent av arbeiðsmegini eru útlendingar
Flestu útlendingarnir arbeiða millum annað við reingerð
 
10.10.2018 - 12:08

Hagstova Føroya hevur víðkað løntakarahagtølini við talvum um føðiland og ríkisborgaraskap. Útlendingar eru her lýstir sum persónar við øðrum enn donskum ríkisborgararskapi, sum hava skrásettan bústað í Føroyum.

Í juli vóru umleið 4 prosent av øllum løntakarum í Føroyum útlendskir løntakarar. 

Av útlendsku løntakarunum er størsti vøksturin hesi seinastu árini serliga ES ríkisborgarar, sum ikki eru úr einum norðurlandi.

Í juli 2014 vóru hesir ríkisborgarar 0,7% av samlaða løntakaratalinum, meðan teir í juli í ár vóru 1,5%. 

Í sama tíðarskeiði eru ríkisborgarar uttan fyri Evropa farnir úr 1,0% upp í 1,6% (430 løntakarar).

Lutfalsliga eru flestu útlendsku løntakararnir at finna í húsarhaldstænastum, so sum reingerð, ruskinnsavnan og annað Her eru tey 14,5 prosent

Í fiskavøruídnaði eru tey 12,4 prosent, og gistihús- og matstovuvirkisvinnuni eru tey 11,7 av arbeiðsmegini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta í í Sjóvar kirkju.
174940
Leygardag 11. mai
Sending við countrytónleiki
174926
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
FM í estetiskum fimleiki 2024
174949
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846