Listaverk og annað fylgja ikki við

12.10.2018 - 07:07
AktueltSamfelag
Listaverk og annað fylgja ikki við
Listaverkini og aðrir lutir hjá Posta fylgja ikki við, tá partafelagið verður einskilt.
 

Poul Michelsen, landsstýrismaður, hevur svarað Kára P. Højgaard, løgtingsmanni, um savnið og ognirnar hjá Postverki Føroya.

Listaverk og lutir, sum eru knýttir at postvirkseminum, hava ávíst peningaligt virði, men meiri umráðandi er, at lutirnir hava søguligt virði fyri føroyingar og føroysku postsøguna. 

Umráðandi er tí at tryggja, at hesi listaverk og hesir lutir verða verandi ogn hjá landinum.

Hetta verður eisini viðgjørt, tá farið verður undir at viðgera uppskotið um at einskilja Posta, sigur Poul Michelsen.

Hann sigur, at gávan, serliga stempul, skjøl og yvirstemplað frímerki, sum Postverk Føroya fekk frá Det Danske Postvæsen í 1976 í sambandi við yvirtøkuna, er partvís tøk og er í varðveitslu hjá Posta. 

Tíverri má eisini staðfestast, at partur av gávuni ikki er at finna.

Talan er um lutir og skjøl, sum helst av misgáum eru burturbeind í sambandi við, at lutirnir eru fluttir so ofta seinastu nógvu árini. 

Arkið við yvirstemplaðum frímerkjum frá fyrra heimsbardaga er kortini varðveitt í bankaboks. 

Nógvir postlutir eru latnir øðrum at varðveita, so sum Søvnum landsins, Norðoya fornminnafelag og Tjóðpallinum.

 
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 19. november
LEITISSTEIN 18.11.2019
101221
Týsdag 19. november
Góðan morgun, Føroyar 19. november 2019
101219
Mánadag 18. november
Tóta og Rasmus eru gestir í Dansivali
101195
Mánadag 18. november
Norðurljóð 18.november 2019
100908
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 17. november
Møti úr Vón í Skopun
101160
Leygardag 16. november
Andaktin
101148
Mánadag 11. november
3-2
100936
Sunnudag 10. november
Andakt við Jákup Eli Østerø
100878