Amerikanskur ungdómur ov feitur

Amerikanskur ungdómur ov feitur
Sambært nýggjari kanning er gott og væl ein triðingur av amerikanska ungdóminum ov tjúkkur til at verða innskrivaður í herin.
 
13.10.2018 - 17:48

Amerikanska verjan hevur trupult við at kalla ungdóm inn til hernaðartænastu. 

Sambært nýggjari kanning frá Strong Nation, sum er ein amerikanskur felagskapur knýttur at herinum, er gott og væl ein triðingur av amerikanska ungdóminum ov tjúkkur til at verða innskrivaður í herin. 

Amerikanska verjumálaráðið hevur frammanundan trupulleikar við at kalla ungfólk inn til hernaðarliga tænastu, og nýggjasta kanningin gevur greiðar ábendingar um orsøkina til trupulleikan. 

- Fiti hevur leingi hótt heilsuna í hesum landinum. Trupulleikin gerst alsamt verri, og fiti er eisini ein hótti móti amerikansku tjóðartrygdini, stendur millum annað at lesa í frágreiðingini, sum er gjørd av pensjoneraðum herovastum og herflotastjórum. 

Ætlanin fyri 2018 var at kalla inn 76.500 fólk, men seinasta mánað boðaði amerikanska verjan frá, at tað einans varð eydnast at kalla inn 70.000.  Hetta er fyrstu ferð í 13 ár, at tað ikki er eydnast at liva upp til ætlaða málsetningin, skrivar danska kringvarpið.

Sambært kanningini er fiti orsøkin til, at 70 prosent av amerikanskum ungdómi millum 17-24 ár ikki megna at klára krøvini, sum skulu klárast, fyri at tæna verjuskyldina. 

- Ein stórur partur av amerikanskum ungdómi vigar ov nógv, og væntandi fer hetta at halda fram, uttan so at tiltøk verða sett í verk, sum eggja ungdóminum at liva sunnari, stendur í frágreiðingini. 

Amerikanski verjumálaráðharrin, Jim Mattis, sigur seg stúra fyri gongdini viðvíkjandi innkallingartrupulleikinum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 14. mai
Breddin: Verkfall og haturstala
175044
Týsdag 14. mai
Góðan morgun Føroyar
175040
Týsdag 14. mai
Morgunlestur týsdagur 14. mai 2024
174854
Mánadag 13. mai
Norðurljóð 13.mai 2024
175002
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 14. mai
Breddin: Orðaskifti um verkfall
175057
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Estetiskur fimleikur: FM 2024
174949
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946