Kina herðir eftirlitið við andstøðingum

Kina herðir eftirlitið við andstøðingum
Yvirumsjónin við borgarunum í Hong kong er ógvusliga herd eftir ynski úr Bejing.
Tjóðarflokkurin í Hong Kong, sum ynskir sjálvstýri, er millum bannaður.
 
15.10.2018 - 12:52

Reuters skrivar, at Tjóðarflokkurin í Hong Kong, sum vil hava sjálvstýri frá Kina, er bannaður, eins og bann er sett fyri, at ávís fólk sleppa at stilla upp til lokalval.

Somuleiðis er ein serlig løgregludeild sett á stovn, sum hevur til endamáls at hava politiska yvirumsjón við fólki. Tiltøkini eru sett í verk við tilvísing til "nationala trygd".

Sum dømi um stranga eftirlitið, ið Kina nú herðir í Hong Kong, er bræv, sum Undirvísingarmyndugleikarnir sendu til skúlarnar fyri nøkrum vikum síðani. Í brævinum fáa skúlarnir greið boð um, at annaðhvørt steðga teir "framrásini" hjá Tjóðarflokkinum ella mugu teir standa til svars.

- Vit síggja, at stjórnin er meira treytaleys í síni valdsnýtslu, sigur Simon Young, professari í løgfrøði á universitetinum í Hong Kong. Hann legur afturat, at dómstólarnir kunnu verða seinasti skansin móti inntrivunum hjá stjórnini í Hong Kong í frælsið hjá fólki.

Daniel Chueng, sum hevur gjørt ein dokumentar um politiskar aktivistar, sum verða forfylgdir og fongslaðir, sigur við Reuters, støðan er ring og versnar skjótt.

- Um vit siga, at Hong Kong er eitt hús bygt av bretum, so ridla og leka húsini nú. Tey eru rakt av eini tropiskari ódn og standa til at rapa, sigur hann við Reuters.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta í í Sjóvar kirkju.
174940
Leygardag 11. mai
Sending við countrytónleiki
174926
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860