Næstan klárt at fara úr ES

Næstan klárt at fara úr ES
Theresa May, sigur, at næstan alt er klárt til at Bretland kann fara úr ES, og partarnir eru samdir um 95 prosent av avtaluni.
 
22.10.2018 - 13:10

Bretski forsætisráðharrin, Theresa May, sigur, at næstan alt er klárt til at Bretland kann fara úr ES, og partarnir eru samdir um 95 prosent av avtaluni.

Tað stendur í eini røðu sum forsætisráðharrin fer at halda í undirhúsinum seinnapartin í dag, og sum bretskir miðlar hava fingið innlit í.

Sambært tí, sum blæðini skriva, so fer Theresa May at boða frá, at semja er um Gibraltar, og semja er eisini um, hvussu møguligar ósemjur ímillum partarnar skulu loysast.

Semja er eisini um, hvat skal henda við eini bretskari herstøð á Kýpros, fer May at boða frá.

Semja er ikki enn fingin í lag um markið ímillum Írland og Norðurírland, og tað verður mett sum ein av stóru knútunum, sum eftir eru at loysa.

Hildið verður, at Theresa May fer at halda røðuna fyri at kyrra tey ónøgdu í sínum egna flokki, tí fleiri tinglimir hava skuldsett forsætisráðharran fyri ikki at hava gjørt stórvegis í samráðingunum við ES.

Theresa May sigur, at semja er um, at bretar skulu rinda ES 39 milliardir pund, og at landið ikki fer úr samveldinum í mars næsta ár, men um ársskiftið 2020/2021.

Eftir toppfundin í Bruxelles mikudagin søgdu fleiri av hinum leiðarunum í ES, at ein avtala millum Bretland og ES verður fingin í lag.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. mai
Við Tórði á túri í Skálhøvda
175000
Mánadag 13. mai
Góðan morgun Føroyar
174974
Mánadag 13. mai
Morgunlestur mánadagur 13. mai 2024
174853
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860