Laksaframleiðslan sama útlát sum Keypmannahavn

bannari
Laksaframleiðslan sama útlát sum Keypmannahavn
Føroyska alivinnan dálkar illa og hevur stóra ávirkan á umhvørvið í firðunum kring landið. Tað kom fram í sendingini "Undir laksin"
Úr sendingini: Undir laksin.
 
09.11.2018 - 11:47

Føroyska alivinnan dálkar illa og hevur eftir øllum at døma stóra ávirkan á umhvørvið í firðunum kring landið. Tað er ein av niðurstøðunum í sendingini "Undir laksin", sum varð send í sjónvarpinum í gjárkvøldið.

Har kom millum annað fram, at hvørt samdøgur koma fimm tons av lívrunnum avfalli undan einum vanligum alibrúki við 5.000 tonsum av fullvaksnum laksi:

Umhvorvisdalking_undir_laksin

Nøgdirnar av skarni frá alilaksi, sum eru nevndar í sendingini, byggja á metingar og útrokningar hjá Umhvørvisstovuni.

Álvarslig árin á djóralívið undir vatnskorpuni

Á havbotninum liva djór, sum kunnu liva av skarni, og sum fyrst kunnu nørast undir aliringunum, tá smolt er sett út.

Men tá laksurin veksur, veksur nøgdin av skarni - og tá fara botndjórini at trívast verri. Tí lívrunnið tilfar, skarn og fóður brúka ilt at verða niðurbrotið, og tí verður minni ilt hjá botndjórum at liva av, eitt nú hummara og øðrum krabbadjórum, sum rýma úr økinum, men eisini vanligur fiskur rímur.

Smærri djór brúka minni ilt og tola tí meiri dálking, men sambært sendingini rýma tey eisini undan dálkingini undir ringunum. Eitt av álvarsamastu dálkingarevnunum er bakterian begiatoa, sum ofta verður staðfest undir føroyskum aliøkjum:

Dalking,_begeatoa2

Ov lítil vitan á økinum

Men tað er ikki bara nógva dálkingin, sum er ein avbjóðing, tí vitanin um vistskipanina í føroysku firðunum er alt ov lítil og avmarkað, sigur Knút Simonsen, granskari, á Fiskaling, sum í sendingini eftirlýsir tøl.

- Bulurin av tí vitan, vit hava í dag, er frá, tá Havstovan gjørdi eitt eintak, sum varð kallað fyri "Fiskirannsóknir", sum kom út í 1990, sigur Knút Simonsen. 

Sostatt er frægasta vitanin um vistskipanina í føroysku firðunum er næstan 30 ára gomul. 

Hygg eftir sendingin "Undir laksin" her

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta í í Sjóvar kirkju.
174940
Leygardag 11. mai
Sending við countrytónleiki
174926
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860