Hoyvíkssáttmálin sigast upp ella lógin broytast

Hoyvíkssáttmálin sigast upp ella lógin broytast
Annaðhvørt má Hoyvíkssáttmálin sigast upp, ella má lógin um sjófeingi broytast, so íslendingar kunnu verða verandi í føroysku fiskivinnuni.
 
19.11.2018 - 14:55

Útlit eru framvegis fyri, at Hoyvíkssáttmálin verður sagdur upp á nýggjárinum, sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður. Tað er framvegis støðan í samráðingunum ímillum Føroyar og Ísland um Hoyvíkssáttmálan og fiskivinnusamstarvið sum heild.

Poul Michelsen, landsstýrismaður, hevur verið í Íslandi og tosað um støðuna, tí skal Hoyvíkssáttmálin sigast upp, so má tað gerast fyri 1. januar.

Frá føroyskari síðu er ynskið framvegis, at Hoyvíkssáttmálin heldur fram, men at alt, sum hevur við fiskivinnuna at gera, verður tikið burturúr Hoyvíkssáttmálanum og lagt í eina rammuavtalu um fiskivinnusamstarv, sum skal vera millum londini.

Í tvíningum um lodnufiskiskapin

Seinastu árini hevur serliga verið togast um lodnufiskiskapin, tí íslendingar vilja hava tann fiskiskapin í Hoyvíkssáttmálan og á tann hátt gera av, hvussu lodnufiskiskapurin skal fara fram.

M.a. hevur ósemja verið um, at føroysku skipini, sum fiska lodnu, ikki sjálvi kunnu gera av, hvar lodnan verður landað.

Tað vilja íslendingar ikki hoyra talan um, tí íslendska vinnan fær nógv burturúr rognunum á lodnuni.

Fiskivinnunýskipanin brot á Hoyvíkssáttmálan

Eftir lógini um sjófeingi skulu íslendingar burturúr føroysku fiskivinnuni í 2025.

Íslendingar siga, at tað er brot á Hoyvíkissáttmálan.

Ein annar møguleiki er at broyta føroysku fiskivinnulóggávuna. Men tað verður neyvan gjørt, sigur Poul Michelsen.

Noyðast helst at siga sáttmálan upp

Nú er bert hálvurannar mánaði til 1. januar, og finst eingin loysn, so verður Hoyvíkssáttmálan sagdur upp á nýggjárinum komandi.

Embætisfólk úr báðum londum arbeiða víðari við framtíðini hjá Hoyvíkssáttmálanum.

Føroyingar halda uppá, at Føroyar fáa av lítið burtur úr Hoyvíkssáttmálanum, sum varð gjørdur í 2005.

Og í 2015, tá Hoyvíkssáttmálin hevði verið í gildi í 10 ár, varð gjørt av at endurskoða sáttmálan.

Higartil er einki úrslit komið burturúr tí arbeiðinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV