Innbrot hjá Demich

05.12.2018 - 11:51
Aktuelt112
Innbrot hjá Demich
Tjóvar hava brotið inn í bygningin hjá Demic, sum er við gamla Velbastaðvegin í Vesturbýnum í Havn. 
 

Løgreglan kannar eitt innbrot í Havn í nátt.

Tjóvar hava brotið inn í bygningin hjá Demich, sum er við gamla Velbastaðvegin í Vesturbýnum í Havn. 

Tjóvarnir eru slopnir inn í pengaskápið við rætta lyklinum og hava stolið tað, sum var av peningi har. 

Vaktleiðarin á politistøðini sigur, at tað er ikki greitt, hvussu nógvur peningur var í pengaskápinum. 

Enn er eingin undir illgruna, men løgreglan hevur tryggjað slóðir á staðnum. 

Seinasti, sum var til arbeiðis í bygninginum, fór heim um sekstíðina í gjárkvøldið, og innbrotið varð staðfest um 8-tíðina í morgun. 

Løgreglan heitur tí á fólk um at siga frá, um tey hava sæð nakað í økinum frá Demich og úteftir gamla Velbastaðvegnum, sum kann hava samband við innbrotið í nátt. 

Løgreglan hevur telefonnummar: 351448.

 

Sí eisini

Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 3. juni
Breddin
109678
Mikudag 3. juni
Nón 3. juni 2020
109675
Mikudag 3. juni
Lív og virki Frank Mangs
109656
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 1. juni
Andakt við Emil Olsen, presti
109624
Mánadag 1. juni
Guðstænasta úr Fuglafjarða kirkju
109572
Sunnudag 31. mai
Andakt við Emil Olsen, presti
109555
Sunnudag 31. mai
Guðstænasta úr Glyvra kirkju.
109558