Grind í Trongisvágsfirði

Grind í Trongisvágsfirði
Millum 40 til 50 hval verða hildnir til á Trongisvágsfirði
 
01.01.2019 - 12:05

Beint nú verður ein grind hildin til á Trongisvágsfirði Hon var funnin um 11 tíðina fyrrapartin í dag.

Jaspur Vang, sýslumaður, sigur, at trupult er at siga, hvussu nógvar hval talan er um. Hann metir, at tað eru áleið 40 til 50 hval.

Sýslumaðurin sigur, at í mun til dagin eru nógv fólk farin í grind. Drápið tók áleið 20 minuttir.

Enn er ikki greitt, nær seðlarnar koma út.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 8. mai
Ein sangur um frælsi (1:5)
174575
Mikudag 8. mai
Góðan morgun Føroyar
174807
Mikudag 8. mai
Morgunlestur mikudagur 8. mai 2024
174297
Týsdag 7. mai
Góðan morgun Føroyar
174745
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. mai
Veðrið
174774
Týsdag 7. mai
3-2 (6. mai 2024)
174735
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537