Kim Jong-un komin til Kina

Kim Jong-un komin til Kina
Kim Jong-un skal hitta kinesiska forsetan, Xi Jinping, í Beijing til ein fund um støðuna við USA
Kim Jong-un og kona hansara í Kina.
Mynd: EPA  
 
08.01.2019 - 10:34

Norðurkoreiski leiðarin, Kim Jong-un, og kona hansara, Ri Sol-ju, eru komin til kinesiska høvuðsstaðin, Beijing. Tey komu við toki seint í gjárkvøldið.

Við á ferðini eru eisini ókent tal av norðurkoreiskum embætisfólkum, upplýsir tíðindastovan hjá Norðurkorea, KCNA.

Kim Jong-un skal hitta kinesiska forsetan, Xi Jinping, og hildið verður, at eitt av evnunum á fundinum teirra millum er fundurin hjá Kim við Donald Trump. Har hava báðir partar hava sagt, at teir vilja hittast aftur, men hvørki dagur ella stað er avtalað. 

Í seinastu nýggjársrøðu síni segði norðurkoreiski leiðarin, at hann er til reiðar at hitta Trump, nær tað skal verða. Hann ávaraði samstundis forsetan ímóti at halda fram við handilstiltøkum móti Norðurkorea, skrivar Reuters.

Hetta er fjórða almenna vitjanin í grannalandinum fyri norðan. 

Kim Jong-un og Ri Sol-ju fara heimaftur hósdagin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta í í Sjóvar kirkju.
174940
Leygardag 11. mai
Sending við countrytónleiki
174926
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860