Misnøgd við uppskot um kunngerð um uppboðssølu

Misnøgd við uppskot um kunngerð um uppboðssølu
Ssambært uppskotinum fær hægsta boð fiskin. Og borðið fangar. Boðini kunnu ikki broytast. Er boðið latið, verður tað standandi
Nøkur frystilínuskip eru farin á Flemish Cap. Fiskiskapurin har byrjaði har í dag.
 
10.01.2019 - 12:44

Felagið Línuskip er alt annað enn nøgt við uppskotið um kunngerð um uppboðssølu av toskinum á Flemish Cap.

Tí sambært uppskotinum fær hægsta boð fiskin. Og borðið fangar. Boðini kunnu ikki broytast. Er boðið latið, verður tað standandi.

Og uppboðssølan er afturlatin, so tey, sum bjóða, vita ikki, hvat onnur bjóða.

Annars hevur verið galdandi higartil, tá rættindini at fiska eru keypt á afturlatnari uppboðssølu, at lægsta boð er galdandi fyri øll, sum hava boðið.

Nú verða rættindini seld fyri ymiskan prís. 

Tey, sum bjóða, skulu eisini veita bankatrygd fyri boðnum. Og verður einki fiskað, eru pengarnir mistir.

Hálvdan Gudmundsen, formaður í Línuskipum, sigur við Útvarpið, at felagið hevur gjørt vart við støðu sína, bæði í Fiskimálaráðnum og í Fiskivinnuráðnum. 

Ymiskir prísr

Norðlýsið nevnir sum dømi, at ein rættindahavi keypir fyri 3,50 kr. fyri kilo, og ein annar fyri 2,80 kr. fyri kilo. Her er roknað við makrelprísum. 

Eftir gomlu skipanini høvdu báðir keypt fyri lægra prísin, 2,80 kr. fyri kilo.   

Uppskot um kunngerðina um uppboðssøluna um rættin at fiska 1.276 tons á Flemish Cap í ár er gjørt og sent Fiskivinnuráðnum.

Fiskivinnuráðið hevur fund í dag kl.14.00 um uppskotið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444